Bretsk bløð: Prinsurin skal rinda 144 milliónir fyri semju

Bretsk bløð: Prinsurin skal rinda 144 milliónir fyri semju
Andrew prinsur verður neyvan førur fyri at gjalda, men drotningin fer helst at hjálpa honum
Andrew prinsur hevur gjørt semju við Victoriu Giuffre í málinum um kynsligan ágang. Og sambært bretskum bløðum skal hann rinda henni risastóra upphædd afturfyri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.02.2022 - 11:37

Bretsku bløðini gita dúgliga um upphæddina, sum Andrew prinsur má rinda Victoriu Giuffre, sum hann hevur gjørt semju við, eftir at hon hevði skuldsett prinsin fyri at hava misnýtt seg kynsliga, tá hon var yngri enn 17 ár.

Málið hevur verið umrøtt leingi, tí í 2011 kom málið fram, tá Victoria Giuffrey í samrøðu við blaðið, Mail on Sunday, segði sína søgu um tíðina saman við Ghislane Maxwell og ríkmanninum, Jeffrey Epstein, sum Andrew prinsur eisini var partur av.

Fyrst í januar varð almannakunngjørt, at Epstein í 2009 gjørdi eina semju við Victoriu Giuffre, og hon fekk 500.000 dollarar fyri semjuna. M.a. skuldi hon ikki saksøkja nakran av teimum, sum var partur av málinum.

Prinsurin skuldi fyri rættin

12. januar ger ein dómari í New York av, at semjan ikki fevnir um Andrew prins, og at hann skal koma fyri rættin í einum sivilum rættarmáli.

Í gjár var so greitt, at Andrew prinsur og  Victoria Giuffre hava gjørt eina semju, sum steðgar rættarmálinum, skrivar NTB.

Ensku bløðini gera nógv burturúr, og gitt verður dúgliga, hvussu nógv Andrew prinsur skal rinda fyri at steðga málinum.

The Daily Telegraph og Daily Mirror skriva bæði, at prinsurin noyðist at rinda 144 milliónir kr. Daily mail metir eitt sindur minni, 120 milliónir kr., og The Guardian metir 88 milliónir kr. 

Sambært Bloomberg, hava advokatútreiðslurnar hjá prinsinum ligið um tvær milliónir kr. um mánaðin.

Ógreitt um prinsurin hevur ráð

Um Andrew prinsur hevur ráð at gjalda, er heldur ikki greitt. Bankin hjá honum, upplýsti í 2017, at hann átti virði fyri 60 milliónir kr.

Í januar seldi prinsurin eina smáttu í Sveis fyri 18 milliónir dollarar, skrivar AP.

Tá hann hevði goldið skuldina í smáttuni, átti prinsurin 88 milliónir kr. eftir.

Daily Telegraph skrivar, at Elisabeth drotning verður noydd at hjálpa soninum at rinda pengarnar. The Guardian setir spurnartekin við, um drotningin er sinnað at gjalda, men Stephen Bates, sum hevur viðmerkt nógv í kongshúsinum, sigur seg ikki ivast í, at drotningin fer at hjálpa Andrew prinsi at rinda pengarnar.

Hóast bløðini hava nógvar og ymsar viðmerkingar til málið, so eru tey samd um, at almenna lívið hjá Andrew prinsi er av. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010