Kanning: Elbussar kunnu brúkast í Havn

Kanning: Elbussar kunnu brúkast í Havn
Svenska fyritøkan AFRY hevur latið Tórshavnar kommunu ávegiskanning um elriknar og biogassriknar bussar
Ein svensk fyritøka kannar fyrimunir og vansar at brúka elbussar í Tórshavnar kommunu.
 
16.02.2022 - 17:00

Í svenska býnum Skåne, sum verður brúkt til samanberingar hjá Tórshavnar kommunu, eydnaðist teimum at røkka málið, sum var, at allir býarbussarnir skuldu koyra við el ella biogassi í 2018.

Tað vísir eitt innlit frá Tórshavnar kommunu, sum skal endurnýggja avtaluna við Gundurs bussar. 

Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi heitt á svensku fyritøkuna AFRY um at kanna, um tað ber til at skifta býarbussarnar út við elriknar býarbussar. 

í Skåne hava tey roknað seg fram til, at sonevnda TCO, sum stendur fyri Total Cost of Ovnership, fer at vera nakað minni við elriknum og biogassriknum bussum enn við dieselbussum. 

Skåne, Umeå, Oslo og Bergen vóru brúktir sum samanberingargrundarlag hjá Tórshavnar kommunu. 

 

Tvífalt so dýrir
 
Gamaní, so kosta teir umleið tað tvífalda at keypa, vísir ávegisfrágreiðingin, men teir eru bíligari í rakstri, havandi í huga, at SEV framleiðir streym fyri ein og sama prís, meðan prísurin á dieselolju er so ymiskur.

AFRY vísir eisini á, at løðing um náttina í framtíðini verður bíligari. Tað vísa samanberingar við onnur lond, har privatar fyritøkur eru slopnar framat. AFRY vísir eisini á, tað er bíligari at viðlíkahalda elbussar enn dieselbussar.

Fyritøkan hevur eisini kannað, um til ber at hava biogassbussar koyrandi í havnargøtum. Men av tí at bara eitt biogassverk er í Føroyum, má okkurt serstakt til, um tað skuldi hent, at biogassverkið verður lagt stilt eina tíð.

Biogassverkið Førka sigur seg tó vera sinnað at gera neyðugu tillagingarnar innan tvey ár. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375