Løgmaður góðtók ikki Jacob Vestergaard sum landsstýrismann

Løgmaður góðtók ikki Jacob Vestergaard sum landsstýrismann
Uni Rasmussen bjóðaði seg fram at vera nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum, men Fólkflokkurin er ikki samlaður um avgerðina
Tað lá leingi í kortunum, at Jacob Vestergaard skuldi í landsstýrið at umsita fíggjarmál. Men løgmaður vildi ikki góðtaka, at Jacob Vestergaard kemur aftur landsstýrið, eftir at hann fór úr Tinganesi fyrr í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2022 - 09:59

Uni Rasmussen skal vera nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tað tilmælið hevur Fólkaflokkurin sent løgmanni. Løgmaður hevur góðtikið tilmælið og fer at tilnevna nýggja landsstýrismannin klokkan hálvgum tvey í dag.

Uni Rasmussen var valdur á ting á valinum í 2019, og hevur verið formaður í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Hann hevur ikki verið í landsstýrinum áður.

Fólkaflokkurin fundaðist í fimm tímar mánadagin og síðani alt gjárkvøldið.

 

Vildi ikki góðkenna Jacob Vestergaard

Ætlanin var at seta ein royndan politikara í Fíggjarmálaráðið, og ítøkiliga boðið á borðinum var Jacob Vestergaard. Men løgmaður gjørdi Fólkaflokkinum greitt, at hann fór ikki at góðkenna Jacob Vestergaard sum landsstýrismann. 

Orsøkin er, at Jacob Vestergaard sjálvur bað um at sleppa úr landsstýrinum í desember at forða uppskotinum um sammøður at verða samtykt. Tá boðaði løgmaður frá, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ikki sluppu aftur í landsstýrið. Hesa avgerð hevur løgmaður staðið fast við, og tí mátti Fólkaflokkurin finna eitt annað navn.

 

Bjóðaði seg fram

Spenningurin var stórur á fundinum hjá Fólkaflokkinum í gjárkvøldið. Trupult var at finna semju um eitt tilmæli, og hetta fekk Una Rasmussen til sjálvan at bjóða seg fram. Hetta bleiv úrslitið, men talan er kortini um eina avgerð, sum tingbólkurin ikki stendur samlaður um. 

Úrslitið er, at klokkan hálvgum tvey í dag fær Fólkaflokkurin sítt triðja nýggja landsstýrisfólk í ár. 

 

Árni og Sólvit

6. januar gjørdist Árni Skaale landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann hevur ikki verið í politikki áður, og var heldur ikki limur í Fólkaflokkinum. Sama dag gjørdist Sólvit Nolsø landsstýrismaður í almannamálum. Hann hevur heldur ikki verið í politikki áður, men var skrivari hjá tingbólkinum, og hevur áður stillað upp fyri Fólkaflokkin.

Í dag verður Uni Rasmussen landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hansara politisku royndir eru tvey og eitt hálvt ár sum formaður í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.

Málið um landsstýrismannin er nú avgreitt. Men tað valdar kortini ikki friður í Fólkaflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655