Sankta Frans skúli fær framhaldsdeild

Sankta Frans skúli fær framhaldsdeild
Tórshavnar kommuna fer at byggja nýggj høli til endamálið
Framhaldsdeildin í Sankta Frans kemur í skúlaárinum 2023/24.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.02.2022 - 15:34

Sankta Frans skúli fær nú framhaldsdeild. Tað samtykti býráðið í Havn í gjárkvøldið.

Sum er, hava næmingar í skúlanum verið noyddir at flyta í annan skúla, tá teir skulu í 8. flokk. 

Men framhaldsdeildin kemur ikki fyrr enn skúlaárið 2023/24.

Tá ber til at ganga øll árini, frá forskúla til 9. flokk í Sankta Frants skúla.

Kommunan fer at byggja nýggj skúlahøli til endamálið, og arbeiðið fer í gongd beinanvegin, skrivar kommunan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026