Fróðskaparsetrið fordømir innrásina í Ukraina

Fróðskaparsetrið fordømir innrásina í Ukraina
Yvirlýsingin er send út í fullari semju við Ráð Teirra Lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Setrið og Ráð teirra lesandi taka fult undir við útsagnum hjá Landsstýrinum, og fordøma upp á tað harðasta russisku innrásina í Ukraina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2022 - 14:50

Fróðskaparsetrið og Ráð teirra lesandi á Setrinum hava sent út yvirlýsing um russisku innrásina í Ukraina.

Setrið og Ráðið taka fult undir við útsagnum hjá Landsstýrinum, og fordøma upp á tað harðasta russisku innrásina í sjálvstøðuga landið, Ukraina.

- Vit sýna samhuga við ukrainska fólkinum og stríð teirra ímóti innrásini. Vit stúra fyri teimum avleiðingum, sum russiska innrásin hevur fyri frið og trygd í Evropa og heimin sum heild, siga Setrið og Ráðið fyri lesandi á Setrinum í yvirlýsingini.

 

Friðarlig samtilvera

Yvirlýsingin er send út í fullari semju við Ráð Teirra Lesandi á Fróðskaparsetrinum.

Týðandi leiklutur hjá hægri lærustovnum er at útbúgva alheimsborgarar við áliti á friðarliga samtilveru og samskifti millum tjóðir og við sjálvsøgdum rætti til útbúgving og gransking uttan ófrið og ágang.

- Vit heita á og mæla staðiliga til, at hernaðarligu atsóknirnar á Ukraina steðga, at altjóða lóg verður vird og at loysnir finnast á stríðsmálunum á friðarligan og diplomatiskan hátt, skriva Setrið og Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489