Tillagað størv: Landskassin spardi 650.000 kr.

Tillagað størv: Landskassin spardi 650.000 kr.
Í fjør fingu 77 fólk tillagað starv. Tey vóru 87 í 2020
Sambært Almannaverkinum ávirkaði lógarbroytingin lønarískoytið hjá 50 fólkum.
 
01.03.2022 - 08:55

Broytingin, sum var gjørd í lógini um tillagað starv 1.januar í fjør, hevur spart landskassanum 650.000 kr.

Tað verður upplýst í svari frá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni, til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, sum spurdi um tillagaðu størvini.

Hon spurdi millum annað, hvussu nógv teirra, sum fingu tillagað starv í 2021, fáa minni í løn, tí lógin var broytt.

77 fingu tillagað starv í fjør

Sambært Almannaverkinum ávirkaði lógarbroytingin lønarískoytið hjá 50 fólkum. Nøkur teirra fingu tillagað starv síðst í 2021.  

Um øll 50 fólkini fingu lønarískoyti í 12 mánaðir eftir skipanini, sum var galdandi til 2021, høvdu útreiðslur landskassans verið ein millión og 260.000 kr. hægri í staðin fyri 650.000 kr.

Í fjør fingu 77 fólk tillagað starv. Tey vóru 87 í 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815