Ukrainski forsetin bønar ES um limaskap

Ukrainski forsetin bønar ES um limaskap
Zelinskij segði í talgildari røðu í ES-tinginum, at ukrainar eru evropearar. - Svíkið okkum ikki, segði forsetin
Ukrainski forsetin, Zelenskij, var stórliga fagnaður, tá hann helt talgilda røðu fyri ES-tinginum í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.03.2022 - 14:25

Limir í ES-tinginum reistust í morgun og klappaðu fyri forsetanum í Ukraina, tá hann endaði sína talgildu røðu við nevanum á lofti.

Í røðuni gjørdi forsetin greitt, at málið hjá Ukraina er at fáa limaskap í ES.

- Vit, ukrainar, hava í dag víst tykkum, at vit eru evropearar, og ES verður sterkari við okkum. Uttan tykkum, stendur Ukraina einsamalt. Vit hava víst okkara styrki og at vit eru sum tit. Vísið okkum nú, at tit ikki svíkja okkum, segði Zelenskij.

 

Eiga at taka umsóknina í álvara

Hóast tað ikki er bara, sum at siga tað, at gerast limur í ES, segði formaðurin í ES-ráðnum, Charles Michel, eftir fundin, at hóast tað kanska eru fleiri meiningar um hendan spurningin í teimum 27 limalondunum í ES, so noyðast limalondini at taka umsóknina hjá Ukraina í álvara. 

- Eg veit, at tað er ein trupul spurningur, men ráðið má taka ábyrgd og hyggja væl at hesi symbolsku umbønini. Vit mugu taka røttu avgerðina eftir tað, sum vit hava hoyrt í dag, segði Charles Michel. 

Og meðan Zelenskij fekk limir í ES-tinginum diplomatar at reisast og fagna sær, fóru onnur úr sessinum og úr salinum, tá ið russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, helt røðu í ST-mannarættindaráðnum í Geneve í dag.  

 

400 sivilfólk deyð

Meðan fleiri leiðarar í heiminum vísa sín stuðul til Ukraina og venda Russlandi bakið, líður fólkið í Ukraina undir bumbunum frá bardøgunum. ST sigur, at fleiri enn 400 sivifólkl eru deyð higartil í Ukraina.

Í Kharkiv, næststørsta býi í Ukraina, vaknaðu tey til ógvuslig bumbuálop í morgun, og eitt stórt fylgi av russiskum hernaðarakførum er á veg til høvuðsstaðin Kiev, vísa fylgisveinamyndir.

Volodomyr Zelenskij, forseti í Ukraina, helt ikki bara røðu fyri ES-tinginum í morgun. Hann helt eisini sjónvarpsrøðu, har hann ákærdi Russland fyri at hava sprongt sivilmál og rakt fleiri vanligar ukrainar í spreingingunum í Kharkiv. 

 

Yvirgangur

- Nú er alt broytt, eftir at rakettin úr Belgorod rakti frælsishornið í Kharkiv, andlitið á Kharkiv. Tað er yvirgangur móti býnum, móti Ukraina. Einki hernaðarmál var í økinum, ella í hinum býlingsøkinum í Kharkiv, sum vóru rakt av spreingingnum, segði Zelenskij í sjónvarpsrøðu í morgun.  

Altjóða dómstólurin í Haag fer nú undir at kanna, um krígsbrotsverk ella brotsverk móti mannaættini eru framd í Ukraina. 

 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni, tá Zelenskij helt røðu fyri ES-tinginum í dag:

 

Zelenskij_i_ES_


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209