Christian í Grótinum latin eigarunum í morgin

Christian í Grótinum latin eigarunum í morgin
Sunnukvøldið verður kósin sett móti Føroyum
Christian í Grótinum er smíðaður í Skagen, og verður latin eigarunum í morgin.
 
02.03.2022 - 13:07

Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum, Christian í Grótinum, verður latin eigarunum í morgin, og sunnukvøldið setir skipið kós ímóti Føroyum.

Christian í Grótinum er hygdur í Skagen, og seinastu tíðina hevur skipið gjørt royndir.

Nú er komið undir land, og klárt er at yvirtaka skipið, sigur Bogi Rasmussen, skipari úr Skagen.

 

Dópur og veitsla

Leygardagin verður skipið doypt, og fær navnið Christian í Grótinum.

Tá skipið er doypt, verður høvi hjá fólki at vitja umborð, og um kvøldið verður veitsla.

Sunnukvøldið er ætlanin at loysa, og seta kós ímóti Føroyum.

 

Á svartkjaft

So skjótt sum Christian í Grótinum er komin til Føroya, verður útgerð tikin umborð, og ætlanin er at fara fyrsta túrin eftir svartkjafti.

Ein teknikari verður við fyrsta túrin, og hann skal stilla trol og annað, meðan roynt verður.

 

Bogi Rasmussen er skipari á Christiani í Grótinum.

 

Sí innslag um nýggja Christian í Grótinum, tá teir vóru royndartúr:

20220221_CHRISTIAN_I_GROTINUM

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025