- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ann Ellingsgaard aðalskrivari í Svimjisambandinum

Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara.
Ann Ellingsgaard er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn, sum svimja, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.
Ann hevur drúgvar royndir sum samskipari, skrivari og verkætlanarleiðari í størvum sum millum annað verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsum, Event Manager hjá Hotel Hafnia, og síðani 2018
sum samskipari og skrivari hjá Fakfelagssamtarvinum, har hon framvegis er í hálvtíðarstarvi.
Fimm umsóknir vóru til starvið sum aðalskrivari hjá Svimjisambandinum.
Starvið sum aðalskrivari er skipað sum hálvtíðarstarv.
Ann Ellingsgaard tók við starvinum 1. mars 2022.

























