Eingin støða tikin til Hoydalar

Eingin støða tikin til Hoydalar
Samráðingar eru við Tórshavnar kommununu, men aðrar ætlanir verða eisini umhugsaðar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Framvegis er eingin støða tikin til, hvat gerast skal við gamla skúlabygningin í Hoydølum.
 
03.03.2022 - 08:39

Enn er ongin endalig støða tikin til, hvat skal gerast við gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum.

Tað upplýsir Jenis av Rana, landstýrismaður í mentamálum, í svari til Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu, í grein 52 spurningi.

Landið og Tórshavnar kommuna hava samráðst um eitt býti, har økið í Hoydølum við gráa skúlabygningin og parkeringsøkið verða seld kommunini, meðan landið keypir partin hjá Tórshavnar kommunu av ognunum á Frælsinum til eitt nýtt kampus. 

Jenis av Rana sigur, at aðrar ætlanir verða eisini umhugsaðar, men tað er ov tíðliga at siga meira um hesar ætlanir.

 

Listalig miðstøð

Hervør Pálsdóttir spurdi eisini, um ætlanin er at gera gamla studentaskúlan í Hoydølum til listaliga miðstøð. Landstýrismaðurin svarar, at ongin nágreinilig ætlan fyriliggur at gera gamla studentaskúlan til listaliga miðstøð, tó at LISA í dag brúkar partar av gamla sanatoriinum til sítt virksemi.

Tað kann tó koma uppá tal at víðka samstarvið millum landið og LISA um brúk av bygningunum í Hoydølum, um eingin semja fæst millum kommununa og landið, sigur landstýrismaðurin í mentamálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391