Fyribils vápnahvíld í syðra parti av Ukraina

bannari
Fyribils vápnahvíld í syðra parti av Ukraina
Fyribils vápnahvíld er lýst í syðra parti av Ukraina. Hesum boða russiskir og ukrainskir myndugleikar frá.
Íbúðarblokkur í Mariupol
Mynd: Reuters/Nikolay Ryabchenko  
 
05.03.2022 - 09:59

Álopini á býirnar Mariupol og Volnovakha, sum eru havnabýir í syðra parti av Ukraina, hava seinastu dagarnar verið sera ógvuslig. 

Hetta hevur fingið myndugleikarnar í býunum, at eftirlýsa eina sokallaða humanitera gongd. 

Avtala ímillum partarnar er fingin í lag, sum hevur við sær, at fyribils vápnahvíld nú er lýst í hesum býum. 

Klokkan 07.00 í morgun, løgdu partarnir vápnini, soleiðis at íbúgvar trygt kunnu sleppa úr býunum. 

Ukrainskir myndugleikar upplýsa, at tað verður møguligt hjá íbúgvum at fara úr býnum í dag, ímillum klokkan 09.00 og 14.00 (føroyska tíð), uttan at óttast at verða álopin. 

Sambært russiska verjumálaráðnum skuldu russisku herfólkini, stegða við at skjóta í morgun klokkan sjey. 

Hetta upplýsir russiska tíðindastovan Interfax, sambært Reuters. 
 

Sambært The Guardian er ætlanin at flyta 200.000 fólk úr Mariupol og 15.000 fólk úr Volnovakha. 

Miðilin vísir eisini á, at tað enn ikki er vátta, hvørt vápnini í hesum báðum býum, eru løgd ella ikki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776