Kríggið í Ukraina kanna elva til príshækking á matvørum

Kríggið í Ukraina kanna elva til príshækking á matvørum
Eingin ivi er um, at nógv fólk kring heimin fara at svølta, sigur leiðarin fyri matvørustovnin hjá ST
Ukraina útflytur nógvar vørur, sum vera brúktar í matvøruídnaðinum, men kríggið hevur við sær, at prísurin fer at hækka nógv, og tá verður ikki liviligt hjá teimum fátækastu, sigur ST.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.03.2022 - 09:58

Kríggið í Ukraina kann hava við sær, at prísurin á matvørum fer at hækka nógv, og tá verður ikki liviligt hjá teimum fátækastu kring heimin.

Tað sigur leiðarin fyri matvørustovnin hjá ST, WFP, David Beasley, við BBC, skrivar Ritzau.

Russland og Ukraina eru bæði lond, sum útflyta nógv, sum vit nýta til matvørur, m.a. hveiti og aðrar vørur til matídnaðin.

Tann parturin av virkseminum í londunum, serliga í Ukraina, er longu meint raktur, og tað hevur fingið prísirnar at hækka munandi.

 

Fara at svølta

Tí er eingin ivi um, at nógv fólk kring heimin fara at svølta, sigur David Beasley.

- Júst sum ein heldur, at helviti á jørð ikki kann gerast verri, so hendir slíkt sum hetta, sigur hann við BBC.

Serfrøðingar siga seg vænta, at prísurin á kornvørum kann tvífaldast, tí tørvurin verður so stórur. Og tað fer at fáa størst týdning fyri lond, sum innflyta korn úr londum við Svartahavið, m.a. Ukraina, sigur stjórin í matvørustovninum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527