Vilja hava radaramálið í tingið

Vilja hava radaramálið í tingið
Høgni Hoydal, Aksel V.Johannesen og Ruth Vang hava lagt fram uppskot til samtyktar um tað
Uppskotið er, at løgtingið biður landsstýrið koma í løgtingið við radaranum, áðrenn avtala verður gjørd ella avgerð verður tikin um hann.
 
08.03.2022 - 08:21

Løgtingið er nú biðið um at avgera, at tað skal avgera, um ein radari skal byggjast í Føroyum.

Høgni Hoydal, Aksel V.Johannesen og Ruth Vang hava lagt fram uppskot til samtyktar um tað.

Uppskotið er, at løgtingið biður landsstýrið koma í løgtingið við radaranum, áðrenn avtala verður gjørd ella avgerð verður tikin um hann. 

Tey trý siga, at talan er ikki um at viðgera trúnaðarupplýsingar ella smálutir, men útvega grundleggjandi heimildina fyri, at føroyskir myndugleikar kunnu gera avtalar sum ta um radaran.

Tey vísa á, at ein kanning hjá Fróðskaparsetrinum sigur, at ein stórur meirluti í Føroyum heldur, at løgtingið eigur avgerðina um radaran.

Jenis av Rana, landssýrismaður, fer annars nú í vikuni til Danmarkar við svarinum um radaran.

Hann skal hava fund við uttanríkisráðharran og verjumálaráðharran í morgin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423