"Hey Amanda" er ársins sangur

"Hey Amanda" er ársins sangur
FMA22: Helena Heinesen Rebensdorff, sum spælir undir navninum Brimheim, hevur skrivað ársins sang, tí sangur hennara "Hey Amanda" vann heiðurin sum "Ársins sangur" á FMA
Soleiðis sær ein glaður FMA-vinnari út. Helena Heinesen Rebensdorff hevur júst fingið at vita, at hon hevur fingið eina FMA-heiðursløn fyri "Ársins sang"
 
12.03.2022 - 21:00

2021 var árið, tá Brimheim slerdi ordiliga ígjøgnum á danska tónleikapallinum við fleiri sterkum sangum, sum nú eisini eru útgivnir á plátuni "Can't Hate Myself Into A Different Shape". . 

Og eingin var sterkari enn "Hey Amanda", sum nú kann prógvað tað við einari FMA-heiðursløn sum "Ársins sangur". 

 

Á konsertferð

Helena Heinesen Rebensdorff, ið stendur aftanfyri listanavnið Brimheim, kundi tíverri ikki vera í Norðurlandahúsinum í kvøld og taka ímóti FMA-virðislønini, tí hon er á umfatandi konsertferð í Danmark í sambandi við plátuútgávu. 

FMA-vertirnir Marianna Winter Nagata og Rólant Waag Dam høvdu fingið umboðsfólkið hjá Brimheim, Thit Melanie Berthou, við upp á at taka hana eitt sindur á bóli, tá hon fekk handað FMA-virðislønina fyri "Ársins sang".

FMA22_HEILSAN_BRIMHEIM_SANGUR

 

Tað var mamma Helenu, tann navnframa Elin Heinesen, sum sjálv vann eina FMA-heiðursløn fyri ársins tekst, ið tók ímóti FMA-heiðurslønini fyri dóttrina. 

 

 

 

Skuldi nakar ivast í, hvussu "Hey Amanda" ljóðar, so kann video hoyrast her niðanfyri. 

 

Kringvarp Føroyar gjørdi fyrr í ár eina dokumentarsending um Brimheim, ið kann síggjast niðanfyri. 

DOK01333

 

"Kvørnin" hjá Kringvarpinum hevur eisini ummælt nýggju plátuna hjá Brimheim, "Can't Hate Myself Into A Different Shape". 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523