Arktis størri týdning í verjusamstarvinum

Arktis størri týdning í verjusamstarvinum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, er í Grønlandi á vitjan
Mette Frederiksen er á vitjan í Grønlandi í hesum døgum. Her er hon avmyndað saman við Muté B. Egede, landsstýrisformanni, á flogvøllinum í Nuuk í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2022 - 08:52


Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen kom til Grønlands í gjárkvøldið, har hon skal vitja til hósdagin.

Hon segði ongan iva vera um, at Arktis fer at hava størri týdning í verjusamstarvinum í framtíðini:

 

1515134

 

Í Grønlandi skal Mette Frederiksen umrøða uttanríkis-, trygdar- og veðurlagspolitikk við Múte B. Egede, landsstýrisformann.

Í verjupakkanum, sum er gjørdur um Arktis, er radarin, sum skal setast upp á Sornfelli, ein partur.

Seinnu árini er Arktis vorðin størri partur av kappingini millum stórveldini, USA, KIna og Russland. Og eftir at kríggj er brostið á í Ukraina, er týdningurin av Arktis ikki minkaður.

 

Størri játtan til verjuna

Ein meiriluti av flokkunum í fólkatinginum er samdur um at nýta meiri pening til verjuna. Játtanin skal verða tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og tá komið er á mál við ætlanini, verður játtanin 20 milliardir kr. størri um árið.

Enn eru flokkarnir kortini ikki farnir at umrøða, hvønn leiklut Arktis fær í tí sambandi, segði Mette Frederiksen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567