7.511 harur vóru skotnar í fjør

7.511 harur vóru skotnar í fjør
Wentzel Mouritsen skeyt flestar harur í fjør, 207 harur
Eins og undanfarin ár, vóru eisini flestu harurnar í fjør skotnar í Streymoynni.
 
16.03.2022 - 15:14

7.511 harur vóru skotnar í fjør.

Hetta er 21 prosent færri, enn metárið 2020, tá 9.562 harur vórðu skotnar í Føroyum.

Tað vísir frágreiðing hjá Eyðfinni Magnussen, lektara í lívfrøði. 

Wentzel Mouritsen skeyt flestar harur í fjør, 207 harur. Hann átti eisini metið árið fyri. Tá skeyt hann 162 harur.

 

Flestu harurnar í Streymoynni

Eins og undanfarin ár, vóru eisini flestu harurnar í fjør skotnar í Streymoynni, tilsamans 3.070 harur, ella 41 prosent av øllum harunum, sum vóru skotnar í Føroyum í fjør.

Og tað var eisini í Streymoynni, at flestu túrarnir vóru gjørdir í fjør.

Næst flestar harur vóru skotnar í Vágum, har fingu teir tilsamans 1.693 harur á 174 túrum. 

Í Eysturoynni skutu teir 1.053 harur á 187 túrum, og á Borðoynni 620 harur á 54 túrum.

Tú kanst lesa allar frágreiðingina hjá Eyðfinni Magnussen á Facebook í bólkinum Haruskjóting í Føroyum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325