Fiskaútflutningurin vaksin tvær milliardir seinasta árið

Fiskaútflutningurin vaksin tvær milliardir seinasta árið
Vit útfluttu fiskavørur fyri umleið 10,3 milliardir. Innflutningurin er eisini vaksin
Bæði útflutningurin og innflutningurin er vaksin seinasta árið.
Mynd: Hagstovan  
 
16.03.2022 - 15:46

Fiskaútflutningurin vaks nærum tvær milliardir kr. frá februar í fjør til januar í ár, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tilsamans útfluttu vit fisk fyri umleið 10,3 milliardir kr. 

Meginparturin av vøkstrinum stavar frá størri útflutningi av laksi.  Nøgdin seinasta árið vaks 40 prosent og virðið 45 prosent.

Útflutningsvirðið á makreli er vaksið 202 milliónir kr., og virðið á sildaútflutninginum vaks 142 milliónir.

Hinvegin minkaði útflutningurin av svartkjafti niður í helvt.

 

Innflutningurin eisini vaksin

Innflutningurin er eisini vaksin seinasta árið. 

Hann var tilsamans 9,4 milliardir kr., ella 1,4 milliardir størri enn árið fyri.

Innflutningurin av brennievni vaks 507 milliónir kr., men verður innflutningurin av brennievni í januar samanborin við januar í fjør, er vøksturin 70 prosent. 

Innflutningurin av fiski til fiskavirking var 87 prosent størri, og innflutningurin av maskinum og aðrari útgerð til vinnulívið er vaksin 33 prosent.

Sí meira um útflutningin og innflutningin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809