USA letur meira í hernaðarhjálp til Ukraina

bannari
USA letur meira í hernaðarhjálp til Ukraina
Tilsamans hevur USA latið Ukraina meira enn eina milliard dollarar í hjálp
Russar halda fram at skjóta rakettir eftir íbúðarhúsum í Kyiv. Nú hevur amerikanski forsetin lagt fram ætlan um 800 milliónir dollarar aftrat í hernaðarhjálp til Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2022 - 09:33

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lagt fram ein nýggjan pakka, sum veitir Ukraina 800 milliónir dollarar í hernaðarhjálp til Ukraina.

Pengarnir koma aftrat teimum 200 milliónum dollarum, sum vóru sendir Ukraina um vikuskiftið. 

Tilsamans hevur USA latið Ukraina meira enn eina milliard dollarar í hjálp.

 

Kamikaze-dronur

USA sendir eitt nú sonevndar kamikaze-dronur, sum eru útgjørdar við rakettum, og sum spreingjast,  tá tær raka málið, skriva fleiri miðlar.

Dronurnar røkka fimm kilometrar. Tað tekur stutta tíð at rigga tær til, og tær kunnu brúkast móti eitt nú stríðsvognum, skotherdeildum ella bilum.

Sambært miðlinum Politico, kunnu dronurnar vera í luftini upp í hálvan tíma, meðan tær verða stýrdar móti málinum.

 

Vilja hava kreppufund

Lond í Vesturheiminum í ST-trygdarráðnum krevja kreppufund um kríggið í Ukraina í dag. 

Tað upplýsa sendifólk fyri AFP.

Bretland, USA, Albania, Frakland, Írland og Noreg hava biðið um fundin, skrivar bretska sendinevndin á Twitter.

- Russland fremur krígsbrotsverk og loypur á sivilfólk. Ólógliga kríggið hjá Russlandi móti Ukraina er hóttan móti okkum øllum, skrivar sendinevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777