Jarðskjálvti steðgar virksemi á boripalli í Norðsjónum

Jarðskjálvti steðgar virksemi á boripalli í Norðsjónum
Skjálvtin merktist á boripallinum, men hildið verður ikki, at hann hevur fingið skaða
Oljuboripallurin Snorre B, sum fyribils hevur steðgað virkseminum.
 
21.03.2022 - 08:36

Norski oljupallurin, Snorre B., í Norðsjónum hevur steðgað virkseminum, eftir at ein jarðskjálvti var í Norðsjónum tíðliga í morgun, skrivar NTB.

Fólk á pallinum merktu ristingarnar, og leiðarin gjørdi alt fyri eitt av at steðga við virkseminum, til viðurskiftini eru kannað.

Einki bendir á, at nakað brek er umborð á pallinum og heldur ikki á botninum við pallin, sigur talsmaðurin hjá Equinor, Gisle Ledel Johannessen, við NTB.

Jarðskjálvtin var millum klokkan seks og sjey í morgun og varð máldur til millum 4,4 og 4,5 á Richter-stiganum.

Evropeiski jarðskjálvtastovnurin máldi skjálvtan til 5,1, upplýsir stovnurin.

Skjálvtin í morgun er tann harðasti, sum er máldur í Norðsjónum síðani í 1989, upplýsir stjórin fyri norska jarðskjálvtastovnin, Anne Strømmen Lycko, fyri NTB.

Lars Ottemoller, professari í jarðfrøði á universitetinum í Bergen, sigur við NTB, at jarðskjálvtar, sum verða máldir til 4,4, vanliga eru umleið tíggjunda hvørt ár á vesturlandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817