Russiskt álop á Kyiv kravt fýra mannalív

bannari
Russiskt álop á Kyiv kravt fýra mannalív
Lopið var á eitt bústaðar- og handilsøki norðan fyri miðbýin
Í minsta lagi fýra fólk doyðu í álopinum á Kyiv í gjárkvøldið.
Mynd: AP  
 
21.03.2022 - 11:20

Í minsta lagi fýra fólk lógu eftirá í einum bumbuálopi á høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, í gjárkvøldið.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, upplýsir í morgun, at ógvislig álop hava verið á bústaðarøkið og handilsøkið, Podil, sum liggur norðan fyri miðbýin í Kyiv.

- Nógvar spreingingar hava verið at hoyrt, skrivar borgarstjórin. Fólk royna at hjálpa í økinum, sigur hann.

Higartil er boðað frá, at minst fýra fólk lógu eftirá í álopunum.

Tíðindastovan, Reuters, skrivar, at tað hevur ikki borið til at fáa tíðindini váttað.

 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni:

 

KYIV_NET

 

Hoyr tíðindamannin hjá hjá danska TV2, Rasmus Tantholdt:

 

1516410

 

Biden til Póllands

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer fríggjadagin til Póllands at umrøða kríggið í Ukraina  við pólska forsetan, Andrzej Duda.

Tað upplýsa Hvítu húsini.

- Amerikanski forsetin vil sleppa at umrøða, hvat tey sameindu kunnu gera við mannarættindakreppuna í Ukraina, sum russiska innrásin hevur elvt til, skrivar Jen Psaki, talsmaður í Hvítu húsunum.

- Forsetin hevur ongar ætlanir um at fara til Ukraina, leggur hann aftrat.

Pólland hevur tikið ímóti nógvum flóttafólkum úr Ukraina, tey eru meir enn tvær milliónir í tali.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098