Fongslað fyri at smugla sjey kilo av hassji

Fongslað fyri at smugla sjey kilo av hassji
Hundar hjá løgregluni og tollvaldinum gjørdu vart við, at rúsevni vóru í bilinum hjá kvinnuni
Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað eina kvinnu, sum er skuldsett fyri at hava smuglað hassj til Føroya.
 
23.03.2022 - 09:37

Ein kvinna í 20-unum er í grundlógaravhoyring varðhaldsfongslað í fýra vikur fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya. 

Kvinnan kom við Norrønu til Føroya mánamorgunin, og hundar hjá løgregluni og tollvaldinum gjørdu vart við, at rúsevni vóru í bilinum hjá kvinnuni.

Løgreglan fann sløk sjey kilo av hassji fjald í bilinum.

Nú verður kannað, hvaðani rúsevnini koma, og hvør skuldi hava tey í Føroyum, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860