Vilja gera makaskifti um byggiloyvi til sambýli á Argjum

Vilja gera makaskifti um byggiloyvi til sambýli á Argjum
Tórshavnar býráð skal viðgera uppskotið í dag
Ætlanin er at byggja sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum, men kommunan vil gera makaskifti við Almannamálaráðið.
Mynd: Landsverk  
 
24.03.2022 - 11:08

Sjálvt um sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum er komið í løgtingið og viðgjørt har, hevur Tórshavnar kommuna ikki latið endaligt byggiloyvi enn.

Kommunan vil gera makaskifti við Almannamálaráðið. Tórshavnar býráð skal viðgera uppskotið í dag.

Avtala millum Tórshavnar kommunu og Almannamálaráðið um byggiøki er ávegis, men ikki endaliga avgreidd, stendur í skránni fyri býráðsfundin í dag.

Eigarafelagið "Havnardalur abc" mótmælir byggingini í Reynstúni.

 

Ikki áhugað fyri makaskifti

Tórshavnar kommuna hevur havt fund við Almannamálaráðið. Men ráðið var ikki serliga áhugað í at gera makaskifti, tí arbeiðið var boðið út.

Avtalað var at bíða, til tilboðini komu inn, fyri at vita, um tey eru innan fyri kostnaðarmetingina. 

Tilboðini eru nú komin, og tey eru undir kostnaðarmetingina, sum er 54 mió. kr.

Í sambýlinum, sum ætlanin er at byggja, vera 18 bústaðir, felagshøli og starvsfólkahøli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221