Samráðingar skulu broyta fráfaringaraldur - ikki lóg

Samráðingar skulu broyta fráfaringaraldur - ikki lóg
Tænastumannafelagið finst at ætlanini hjá landsstýrinum at hækka fráfaringaraldurin upp í 72 ár við lóg
Tænastumannafelagið varðar m.a. av tollarum, og teir skulu m.a. ansa eftir, at rúsevni og annað ikki kemur til landið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.03.2022 - 08:27

Landsstýrið ætlar at hækka fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólkum úr 70 ár upp 72 ár, bæði hjá teimum sáttmálasettu og hjá tænastumonnum.

Tað dámar ikki Tænastumannafelagnum, sum harðliga átalar bæði stuttu hoyringarfreistina upp á tveirdagar, og at ætlanin er at broyta sáttmálar við lóg. 

Sambært felagnum skulu samráðingar til at broyta fráfaringaraldurin, og ikki eitt lógaruppskot. 

 

Starvsfólkini skulu  vera væl fyri

Tænastumannafelagið skrivar m.a., at felagið varðar av tollarum, sum skulu ansa eftir, at rúsevni og annað ikki kemur til landið.

Her krevst, at fólkini eru væl fyri kropsliga, hava góðar telduførleikar, hava lætt við at umstilla seg, hava eygu og oyru opin fyri at vita, hvat rørir seg í samfelagnum, men hetta er neyvan eitt fólk upp á 72 ár, skrivar Tænastumannafelagið. 

Uppskotið er enn til viðgerðar í nevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493