38 milliónir aftrat til Fámjinstunnilin

38 milliónir aftrat til Fámjinstunnilin
Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið, sum skal hava eina viðgerð aftrat
Klárt er at fara undir Fámjinstunnilin, og hann skal eftir ætlan verða liðugur á sumri í 2024.
 
03.04.2022 - 16:30

Løgtingið hevur einmælt samtykt at hækka játtanina til Fámjinstunnilin 38 milliónir, sum Fíggjarmálaráðið bað um.

Øll 24 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri. Málið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat, og hon verður týsdagin.

Løgtingið samtykti upprunaliga at játta 169 milliónir kr. til verkætlanina, men nú verður mett, at hon fer at kosta 207 milliónir kr.

 

J&K Petersen hevur lægsta boð

Landsverk sigur, at tey høvdu væntað, at tilboðini fóru at vera lægri, enn tey vóru. 

Byggifelagið J&K Petersen hevur lægsta tilboðið.

Klárt er at fara undir arbeiðið, og gongst sum ætlað, verður nýggja farleiðin millum Ørðavík og Fámjin liðug á sumri í 2024.

Tunnilin verður 1,2 kilometrar langur og 8,5 metrar breiður. Harumframt skulu gerast ein kilometur av vegi Ørðavíkarmegin og umleið 400 metrar Fámjinsmegin. 

 

Tunnilsgerð nógv dýrkað

Kostnaðurin fyri tunnilsgerð er nógv hækkaður seinastu mánaðirnar.

Landsverk hevur samanborið prísin fyri Fámjinstunnilin við Hvalbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu í fjør, og tunlarnar norður Fjall. Talan er bara um sjálva tunnilsgerðina.

Hvalbiartunnilin kostaði 65.500 kr. fyri meturin, tunlarnir norður um Fjall kosta 73.800 kr. meturin, men Fámjinstunnilin fer at kosta 96.600 kr. fyri meturin.

Hetta eru 18.350 kr. meira fyri meturin, enn Landsverk metti, tá upprunaliga verklagslógin fyri Fámjinstunnilin var gjørd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263