Fýra skip mugu gera ábøtur fyri at larma minni

Fýra skip mugu gera ábøtur fyri at larma minni
Havnir hava gjørt mátingar, síðani nýggja reglugerðin kom i gildi, men havnarmeistarar siga, at fleiri skip hava longu minkað um óljóðið
Fimm mátingar eru gjørdar síðani 1. januar, síðani felagskommunala reglugerðin kom í gildi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2022 - 14:05

Síðani 1. januar, tá ið felagskommunala reglugerðin um óljóð frá skipum kom, eru tilsamans fimm mátingar gjørdar. 

Tað skrivar Kommunufelagið.

Felagið skrivar, at hóast fimm mátingar ikki ljóða av nógvum, so var í flestu førum góð grund at koma á staðið at gera mátingar.

Tvey skip vóru oman fyri núverandi markvirðið, meðan tvey onnur hava fingið upplýst, at tey ikki lúka stigvíst lækkandi markvirðini hetta fram til 1. januar 2025. Øll hesi skip mugu tí gera ábøtur ella broytingar, um tey vilja hava varandi virksemi við føroyska havn.

Hava møguleika at gera mátingar

Havnirnar hava eftir reglugerðini møguleika at gera mátingar, tá ið tær meta tað hóskandi. Men skal reglugerðin virka eftir ætlan, er eisini neyðugt at fólk gera vart við seg, um skip koma til bryggju og halda nógvan gang.

Havnarmeistarar kring landið boða frá, at teir hava varhugan av, at fleiri skip longu hava gjørt umvælingar, sum hava minkað um óljóðið. Tað er greitt, at fleiri skip, sum áður hava verið til ampa, larma minni enn í royndartíðini, skrivar Kommunufelagið.

Síðsta heyst vóru 273 royndarmátingar gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392