Sement verður stroymt beinleiðis her á kvf.fo

Sement verður stroymt beinleiðis her á kvf.fo
Fyrsta umfar av tónleikakappingini Sement kann síggja beinleiðis her á heimasíðuni hjá Kringvarpinum frá klokkan 21 í kvøld
Ungdómstoymið hjá Kringvarpinum, BIIT, fer at senda beinleiðis frá øllum umførunum og finaluni í Sement. Fyrsta umfar er í kvøld
 
09.04.2022 - 20:35

Ungdómspallurin hjá Kringvarpi Føroya, BIIT, fer at stroyma beinleiðis frá tónleikakappingini Sement her á kvf.fo.  

Sement, sum verður fyriskipað í Reinsarínum í Havn, verður í trimum undanumførum og einari finalu, og fyrsta umfar er í kvøld klokkan 21. 

Vertir vera Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Fríði Djurhuus, sum eru kend frá ávikavist Gestuvesinum og Óhoyrt. 

Sement, Vertir

Frítekst tagging: 

 

Sement 

Sement er tónleikakapping í rútmiskum tónleiki, har øll kunnu luttaka – roynd og óroynd, kend og ókend - og tað verður ikki sett nøkur krøv til tónleikasjangruna.

Einastu treytirnar fyri at luttaka eru:

  • Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. 
  • Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður. 
  • Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum. 
  • Hevur tú vunnið Sement, so skulu tað ganga fimm ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki. 

Sway

Frítekst tagging: 

Í fyrsta umfari luttaka bólkarnir

  • SWAY
  • Piparstertar
  • RSP
  • Eimyrja
  • Telemama

Telemama

Frítekst tagging: 

 

Fostrað sterk nøvn

Sement hevur verið fyriskipað síðani 2010, og hevur síðani byrjanina fostrað nøkur av sterkastu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, eitt nú Hamferð, Guðrun & Bartal, Konni Kass, Jasmin og Tamaru, sum øll hava vunnið kappingina. 

Sement 2022

Frítekst tagging: 

Sement vinnarar:

2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð

 

Fyrsta umfar av Sement kann síggjast HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862