Íbúð heldur enn sethús

Íbúð heldur enn sethús
Í fjør vóru 144 av 197 nýggjum bústøðum í Streymoynni íbúðir
 
11.04.2022 - 09:29

Fleiri og fleiri føroyingar vilja nú heldur hava eina íbúð enn eini sethús. 

Seinastu 10 árini eru yvir 500 íbúðir bygdar í Føroyum.

Í fjør vóru 144 av 197 nýggjum bústøðum í Streymoynni íbúðir.

Tað sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyni.

 

Miðalprísurin hækkaður

Millum annað selja fólk nógv sethúsini og flyta í íbúð, tá børnini eru flutt heimanífrá.

Miðalprísurin á íbúðum hækkaði 170.000 kr., úr 2,50 mió. í 2020 upp í 2,67 mió. í 2021. 

Frá 2016 til 2021 hækkaði miðalprísurin á íbúðum 740.000 kr. Tað eru 38 prosent.

 

Dýrir fermetrar

Í fjør var miðal fermetraprísurin fyri eina íbúð minni enn 60 fermetrar í høvuðsstaðnum 45.400 kr.

Fermetraprísurin fyri íbúðir yvir 100 fermetrar var 27.200 kr. 

Í summum førum verða íbúðir seldar fyri 50.000 kr. fermeturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925