Zelenskyj: Tíggjutúsundtals sivil deyð í Mariupol

bannari
Zelenskyj: Tíggjutúsundtals sivil deyð í Mariupol
Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj segði í røðu síni til suðurkoreanska parlamentið í dag, at tíggjutúsundtals sivil eru deyð í Mariupol
Volodymyr Zelenskyj, forseti, heldur talu fyri suðurkoreanska parlamentinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.04.2022 - 15:40

Helst eru fleiri tíggjutúsundtals sivilfólk deyð í Ukrainska havnabýnum Mariupol.

Tað segði ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj í røðu til suðurkoreanska parlamentið í dag.

Býurin hevur verið heilt kringsettur av russiska herinum síðani 2. mars, og Zelenskyj segði í dag, at býurin er lagdur púra í oyði, men hóast hetta steðga russar ikki við álopunum.

Humaniter vanlukka

Undan krígnum búðu fleiri enn 400.000 fólk í Mariupol og longu 13. mars ávaraði reyði krossur um eina humanitera vanlukku í Mariupol, har tey sum eftir vóru, høvdu vánaliga atgongd til reint vatn, mat og streym.

Enn hevur ongin annar váttaði tølini av deyðum í Mariupol, sum Ukrainski forsetin nevndi í dag, men stutt eftir røðuna fyri suðurkoreanska parlamentinum skrivaði russiska tíðindastovan RIA, at ukrainski herurin hevur ábyrgdina av, at minst 5.000 fólk hava latið lív í býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120