Safir á trappuni við nýggjari útgávu

Safir á trappuni við nýggjari útgávu
Teir sungu um at brúka høgru hond í "Høgra Jam", og um at "Tú ert so deilig", á sjálvnevndu debutútgávuni frá 1996. Nú, fjórðingsøld seinni, geva teir EPina "Safir TVEY" út
Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason manna kultduo'ina Safir, sum nú útgevur við eina nýggja EP
 
14.04.2022 - 18:31

"Safir TVEY er endiliga á veg!"

Soleiðis skrivar Janus Trúgvason, sum er onnur helvtin av kendu kultdou'ini Safir, á sínum Facebook-vanga. 

"Tað er við gleði og spenningi, at vit kunnu fortelja tykkum øllum, at okkara fyrsta staklag av nýggju EP'ini "Safir TVEY" heilt skjótt verður at hoyra," skrivar hann.

 

 

"Eg brúki høgru"

Í nítiárunum stovnaði Janus Trúgvason Safir saman við Tór Verland Johansen, og í 1996 góvu teir sína sjálvnevndu debutfløgu út. 

Fleiri av løttu poppsangunum hjá Safir gjørdust risahitt her á landi, eitt nú "Høgra Jam" og "Tú ert so deilig". 

Men so hvarv Safir eins brádliga og bólkurin hevði hertikið oyggjarnar, og tað hevur verið rættiliga kvirt um Safir líka síðani. 

 

Kultbólkur

Hóast tað, so hava nýggj ættarlið uppdagað og tikið popp-perlurnar hjá Safir til sín, so bólkurin og sangir hansara hava fingið eitt kultstatus.  

Nú ger Safir so comeback eina fjórðingsøld eftir debuttina við EPini "Safir TVEY".

"Fyri okkum er hetta stórt, tí líka síðani okkara fyrsta og einasta útgáva varð útgivin í 1996, hava vit altíð ynskt at gjørt "Safir TVEY". Vit eru í dag eitt annað stað í lívinum, men innan í okkum báðum livir Safir enn. Kanska meira enn nakrantíð," skrivar Janus Trúgvason. 

 

Viðgera lívsins spurningar

Safir gjørdi comeback á Voxbotn fyri nøkrum áðrum síðani, og síðani hava teir báðir javnan jammað saman og verið í upptøkuhølinum. 

"Tað hevur verið sera stuttligt, kreativt og feitt! Og fyri stuttum varð seinasta hond løgd á verkið: Safir TVEY er endiliga á veg," skrivar Janus Trúgvason á Facebook. 

Nýggja EPin verður í andanum av "Safir"-útgávuni, tí á plátuni viðgera lívsins spurningar og svar á ein lættan, álvarsligan og skemtiligan hátt. 

Fyrsta staklagið, "Vár", verður at hoyra heilt skjótt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051