Danmark skal ikki longur vera bundið at russiskum gassi

bannari
Danmark skal ikki longur vera bundið at russiskum gassi
Annað hvørt húsarhald í Danmark, sum í dag brúkar natúrgass, skal í seinasta lagi um seks ár hava skift til fjarhita, boðar danska stjórnin nú frá
- Longu komandi ár skal Danmark ikki longur verða bundið at russiskum gassi, segði Mette Frederiksen
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.04.2022 - 10:35

- Longu komandi ár skal Danmark ikki longur verða bundið at russiskum gassi. 

Tað segði Mette Frederiksen, danskur forsætismálaráðharri, á tíðindafundi í morgun. 

Ætlanin er, at annað hvørt húsarhald í Danmark, sum í dag brúkar natúrgass, skal í seinasta lagi um seks ár hava skift til fjarhita.  

- Óbeinleiðis verða vit tó bundin, so leingi sum vit eru partur av evropeiska gassnetinum, segði forsætisráðharrin. 

Allir húsaeigarar við gass- ella oljufýri fáa í hesum árinum boð um, hvussu tey kunnu fáa fjarhita lagdan til bústaðin. 

Danska stjórnin ætlar at seta fleiri átøk í verk, sum gera tað fíggjarliga lokkandi og lættari at fremja grøna orkuskiftið.

Eitt nú hevur stjórnin ætlanir at betra um møguleikarnar at fáa lán til orkuskifti. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770