Danmark steðgar nú útflutninginum av laksafóðri til Russlands

bannari
Danmark steðgar nú útflutninginum av laksafóðri til Russlands
Russiski fiskivinnumyndugleikin, Rosrybolovstvo, hevur ætlanir um at byggja virki, sum skulu gera laksafóður, og sum skal koma í staðin fyri innflutningin úr Danmark
Danmark gevst nú við at útflyta laksafóður til Russlands
Mynd: savnsmynd  
 
22.04.2022 - 10:18

Danmark steðgar nú útflutningi av laksafóðri til Russlands, skrivar ilaks.no. 

Sum aftursvar hevur russiski fiskivinnumyndugleikin, Rosrybo-lovs-tvo, gjørt ætlanir um at byggja virki, sum skulu gera laksafóður, og sum skal koma í staðin fyri innflutningin av fóðri úr Danmark og Noregi. 

Hetta skal vera klárt seint í ár ella tíðliga næsta ár.

Alivinnan í Russlandi hevur í løtuni stórar avbjóðingar í flutningskervinum og óvinarligum atgerðum móti okkum, sigur fiskivinnumyndugleikin, Rosrybo-lovstvo.

 

Noreg ætlar ikki at gera sum Danmark

Fyribils hevur Noregi ikki ætlanir um at gera sum Danmark, sum hevur staðið fyri 45 prosentum av hágóðskufóðri til russisku alivinnuna. Noreg stendur fyri 51 prosentum.

- Okkara samstarvsfelagar í Noregi kunnu frameftir dekka 70 prosent av russiska eftirspurninginum eftir laksafóðri, sigur russiski fiskivinnumyndugleikin.

Russland innflutti í fjør tilsamans 170.000 tons av laksafóðri úr Danmark, Noregi og Finnlandi, skrivar ilaks.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329