Nú eru koranir brendar á opnari gøtu í Noregi

Nú eru koranir brendar á opnari gøtu í Noregi
Hesaferð var tað ikki víðgongdi danski politikarin, Rasmus Paludan, men felagsskapurin Sian
 
24.04.2022 - 13:02

Mótmælisfólk frá felagsskapinum Sian, sum stendur fyri at steðga islamiseringini av Noregi, skipaði fyri mótmælistiltakinum, sum fór fram í býnum Sandefjord.

Tað varð kastað við millum annað skóm, steinum, vatnfløskum og eggum yvir girðingarnar, sum løgreglan hevði sett upp, eftir at felagsskapurin Sian brendi eintøk av Koranini.

Fyri at spjaða mótmælisgonguna og fyri at verja handlarnar í býnum, nýtti løgreglan táragass móti mótmælisfólkunum, ið vóru millum 300 og 400 í tali. 

Eingin fekk skaða undir ófriðinum, men tveir løgreglubilar vóru oyðilagdir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815