Elrennihjól: Kannar møguleikan at broyta ferðslulógina

Elrennihjól: Kannar møguleikan at broyta ferðslulógina
Fútin hevur sagt, at tey, sum verða sædd á elrennihjóli í almennari ferðslu, fáa bót. 
Sambært lógini kunnu elrennihjól ikki brúkast í almennari ferðslu.
 
28.04.2022 - 13:07

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í ferðslumálum, kannar, um áhugi er í samgonguni fyri at broyta ferðslulógina, so hon er meira nágreinilig um elrennihjól.

Sum lógin er nú, kunnu elrennihjól ikki skrásetast í Føroyum og tí heldur ikki brúkast í almennari ferðslu.

Fútin hevur sagt, at tey, sum verða sædd á elrennihjóli í almennari ferðslu, fáa bót. 

Uni Rasmussen sigur, at heldur samgongan tað ikki vera neyðugt at broyta ferðslulógina, verður hon ikki broytt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961