Løgtingið sleppur ikki at taka støðu til radaran

Løgtingið sleppur ikki at taka støðu til radaran
Samgongan sigur, at verjumál og uttanríkismál eru donsk málsøki og uttan fyri heimastýrislógina
Samgonguflokkarnir mæla frá at samtykkja uppskotið frá andstøðuflokkunum, um at radaramálið skal avgerast í løgtinginum.
 
28.04.2022 - 08:15

Samgongan heldur ikki, at løgtingið skal gera av, um radari skal byggjast í Føroyum.

Umboðini hjá samgonguni í Uttanlandsnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið til samtyktar um at leggja grundleggjandi avgerðina um loftrúmsradara fyri løgtingið til avgerðar.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn eiga uppskotið.

Samgongan sigur, at verjumál og uttanríkismál eru donsk málsøki og uttan fyri heimastýrislógina.

 

Ongantíð samtykt nakra heimild

Minnilutin í Uttanlandsnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Flokkarnir siga, at løgtingið hevur ongantíð samtykt ella givið nakra heimild til, at hernaðarútgerð kann setast upp í Føroyum. 

Hinvegin hava allir flokkar í sambandi við ymsar hernaðarsamtyktir í løgtinginum síðani seinna heimsbardaga mótmælt, at avgerðir verða tiknar um hernaðarútgerð í Føroyum uttan um løgtingið.

Eingin grundgeving er fyri, at eitt slíkt mál um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum ikki verður lagt fyri løgtingið, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í Uttanlandsnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542