Tríggir føroyingar á russiska svartalistan

Tríggir føroyingar á russiska svartalistan
Russiska stjórnin svarar nú aftur upp á føroysku tiltøkini móti Russlandi í sambandi við russiska álopið á Ukraina
Russar hava sett tríggjar ónevndar føroyingar á svartalista. Hesir sleppa ikki inn í landið
Mynd: Shutterstock.com  
 
29.04.2022 - 18:19

Tríggir føroyingar eru komnir á svarta lista hjá Russlandi.

Tað gjørdist greitt seint seinnpartin í dag, tá ið russiska stjórnin kunngjørdi tað á heimasíðu.

Ógreitt er, hvørjir hesir føroyingarnir eru. 

 

Aftursvar

Russiska uttanríkisráðið sigur á heimasíðuni, at í sambandi við tiltøk frá Íslandi, Norra, Danmark, Grønlandi og Føroyum, tá tey hava tikið undir við handilstiltøkum hjá ES, har tey eitt nú hava sett tiltøk í verk móti russiskum fólkum, hevur Rusland nú sett tiltøk í verk móti níggju íslendingum, 16 norðmonnum, trimum grønlendarum og trimum føroyingum. 

Hesi verða noktað at ferðast inn í russiskt øki, stendur á heimasiðuni. 

Fleiri tinglimir, stjórnarlimir og umboð fyri vinnulívið og akademiska øki, miðlafólk, eins og almenn fólk annars, sum alment marknaðarføra anti-russiskan retorikk og luttaka í at gera og seta í verk tiltøk ímóti Russlandi, eru nú á russiska svartalistanum, sigur russiska uttanríkisráðið á heimasíðuni.

 

Óvist hvønn tiltøkini raka

Tað er óvist, hvør tað er, ið tiltøkini raka, og sum skilst, fær man tað heldur ikki at vita, fyrr enn man søkir um innfarðarloyvi til Russlands.

Føroyska uttanríkisráðið veit ikki meira at siga um støðuna júst nú. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572