Daniel er eitt frískt lot

Daniel er eitt frískt lot
SEMENT22: Mest yvirraskandi luttakarin í finaluni í Sement var fullkomiliga ókendi bólkurin Daniel við toftamanninum Hera Danielsen á odda. Bólkurin er eitt frískt lot
Heri Danielsen á odda fyri Daniel
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2022 - 21:38

Sement hevur aftur í ár gjørt sína skyldu, tí tónleikakappingin hevur aftur fostrað eitt fullkomiliga nýtt navn, ið hevur bergtikið fólk. Talan er um bólkin Daniel. 

Og tað ber heldur ikki til at siga annað enn, at Nes Kommuna hevur gjørt sína skyldu, tí kommunan er sera væl umboðað í Sement-finaluni í kvøld. Umframt Daniu O. Tausen, sum er ættað av Toftum, so er bólkurin Daniel eisini sprottin úr Nes Kommunu, tí oddamaðurin Heri Danielsen er toftamaður.

Hóast Heri er kendur úr ungdómspolitikki, har hann hevur stillað upp fyri Sjálvstýri, og hartil hevur roynt seg sum stand up-skemtara, so er Heri Danielsen og Daniel sum ein nýlembt lamb tónlistarliga.  

Daniel spælir tónleik við andaligum undirtónum, sum flirtar við tí teatralska, og leggur seg í grundini rættiliga tætt upp at musikalsjangruni. Heri Danielsen er tikin úr leikum sum oddamaður, ið dugir at vinda áhoyrarafjøldina um sín lítlafingur við sjarmu og humor. 

Framførslan hjá Daniel var sannførandi,og serliga friðarligi sangurin um "Einkjumannin" fór reint inn.

Daniel tykist vera ein bólkur, ið er komin fyri at vera á føroyska tónleikapallinum. Beint nú arbeiðir tíðin fyri bólkin og tónleikin hjá honum, tí enn tykist tónlistarliga úttrykkið nakað feskt, men tað mennist við sjeymíla ferð. Nýlembda tónlistarliga lambið er við at finna síni bein tónlistarliga. 

 

  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026
211358