Danska stjórnin umskipað

Danska stjórnin umskipað
Nick Hækkerup gevst í politikki, og Mattias Tesfaye er nýggjur løgmálaráðharri
Danska stjórnin er umskipað. Frá vinstru Kaare Dybvad Bek, ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum, Christian Raberg Madsen, innanríkis- og bústaðarmálaráðharri, Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.05.2022 - 10:26

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur umskipað stjórnina eftir at Nick Hækkerup, sum hevur verið løgmálaráðharri, er givin í politikki.

Nick Hækkerup tekur við starvi sum stjóri í Bryggeriforeningen.

Mette Frederiksen sigur, at hon harmast um, at Nick Hækkerup gevst sum ráðharri og í politikki.

- Eg havi verið sera fegin um at samstarva við, sigur forsætisráðharrin.

Nýggjur løgmálaráðharri verður Mattias Tesfaye, sum hevur verið ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum.

Kaare Dybvad Bek, sum hevur verið innanríkis- og bústaðarmálaráðharri, verður nýggjur ráðharri í útlendinga- og integrasjónsmálum.

Christian Raberg Madsen, sum hevur verið politisku framsøgumaður hjá sosialdemokratunum í fólkatinginum, verður innanríkis- og bústaðarmálaráðharri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342