Gongur framá hjá Bakkafrosti í Skotlandi

Gongur framá hjá Bakkafrosti í Skotlandi
Í mars var einki óvanligt felli, og yvirskot var aftur
Gongdin hjá Bakkafrosti í Skotlandi batnaði móti ársenda, og er batnað enn meira í fyrsta ársfjórðingi í ár.
 
10.05.2022 - 08:25

Nú gongur framá hjá Bakkafrosti í Skotlandi eftir óvanliga stórt felli har seinna halvár í fjør.

Tað skrivar Bakkafrost í frágreiðing sínari um fyrsta ársfjórðing í ár.

Gamaní var rakstrarhallið 53 milliónir krónur, tað var 7,3 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi í fjør, men tað gongur rættan veg við teimum átøkum, sum eru sett í verk. 

Gongdin batnaði móti ársenda, og er batnað enn meira í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Í mars var einki óvanligt felli, og yvirskot var aftur.

Í mars fekk Bakkafrost nýtt skip í Skotlandi, skip hevur stóra orku til feskvatnsviðgerð. 

 

Útbyggja smoltstøð

Útbyggingin av smoltstøðini á Applecross gongur eftir ætlan. Seint í ár verður fjórða byggistig liðugt. 

Tá ber til at hava nógv størri smolt enn nú. Og nýggjar smoltstøðir skulu byggjast. 

Bakkafrost ætlar eisini at byggja framkomið virki í Skotlandi og gera íløgur í skip til viðgerð og flutning. 

Íløgur skulu eisini gerast í aliútgerð á sjónum.

Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan í ár verður 68.000 tons í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098