Kunnu bara revsa Russland á yvirtiknum málsøkjum

Kunnu bara revsa Russland á yvirtiknum málsøkjum
Føroyar kunnu ikki av sínum eintingum koma við revsitiltøkum í fíggjageiranum, sigur danska uttanríkisráðið
Føroyskir myndugleikar kunnu bara revsa Russland á málsøkjum, sum eru yvirtikin.
 
16.05.2022 - 08:27

Føroyar kunnu bara revsa Russland við tiltøkum, sum eru á yvirtiknum málsøkjum.

Fíggjargeirin er til dømis ikki yvirtikin, og er tí danskur.

Føroyar kunnu tí ikki av sínum eintingum koma við revsitiltøkum í fíggjargeiranum.

Hetta sigur danska uttanríkisráðið í brævi til føroyska uttanríkismálaráðið í sambandi við lógina um tiltøk móti Russlandi. Tey revsitiltøk, sum Føroyar ætla at gera, kunnu tí bara fevna um yvirtikin málsøki.

 

Dual-use vørur

Danmark umsitur millum annað sonevndar dual-use vørur.

Tað eru vørur, sum kunnu brúkast bæði sivilt og av hervaldinum.

Tá slíkar vørur skulu útflytast, krevst loyvi frá danska vinnustýrinum, Erhvervsstyrelsen.

Í brævinum verður sagt frá ríkisløgregluni, sum spurdi politiið í Føroyum, at ikki er óhugsandi, at stongsilin hjá Føroyum móti Russlandi verður brotin.

Slíkt krevur kanningararbeiði, sum eisini krevur orku hjá føroyska politinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655