Flestu limirnir eru í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi

Flestu limirnir eru í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi
Í løtuni eru 41.857 limir tilsamans í fólkakirkjuni, sum eru 78 prosent av fólkatalinum
Kirkjan í Sørvági. Í Vága prestgjaldi eru 88,6 prosent limir í fólkakirkjuni.
 
20.05.2022 - 08:19

Øgiliga ymiskt er í prestagjøldunum, hvussu nógv fólk eru limir í fólkakirkjuni.

Í Norðoyggjum eru góð 60 prosent limir, 61,4 prosent av fólkinum í eystara prestagjaldi og 61,1 prosent í vestara prestagjaldi.

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru 90 prosent av fólkinum í fólkakirkjuni.

Annars er talið millum 71,6 prosent á Glyvrum til 88,6 prosent í Vágum.

 

41.857 limir tilsamans

41.857 limir eru nú í fólkakirkjuni, skrivar Hagstovan. Í fjør vóru 41.601 fólk í fólkakirkjuni.

Í ár eru 78 prosent av fólkinum í Føroyum í fólkakirkjuni.

Í fjør vóru 78,6 prosent av fólkinum í Føroyum í fólkakirkjuni.

Fyri 20 árum síðani vóru 84,3 prosent í fólkakirkjuni.

61 kirkjur eru í Føroyum og 26 prestar. 16 prestagjøld eru.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290