Borgarstjórar: Herjólfur skal ikki avloysa Smyril

Borgarstjórar: Herjólfur skal ikki avloysa Smyril
Ætlanin er at skipa fyri fundi, har kommunur og vinnulív í Suðuroynni senda felags boðskap til avvarðandi myndugleikar
Herjólfur III skal í fyrstu syftu sigla við farmi um á Suðuroyarleiðini, men hann skal avloysa Smyril seinni í summar, og tað dámar ikki borgarstjórunum í Suðuroynni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.06.2022 - 13:11

Borgarstjórarnir í Suðuroynni stúra í hesum døgum. 

Strandfaraskip Landsins hava boðað frá, at íslendska ferjan, Herjólf III, skal loysa Smyril av, tá Smyril fer í dokk 16. august.

Ætlanin var annars, at skipið skuldi hjálpa Smyrli við farmasiglingini. Men meðan borgarstjórarnir fegnast um at hava fingið eitt nýtt hjálparskip á leiðini, so er tað tankin um, at tað skal eisini skal røkja Suðuroyarleiðina, meðan Smyril er í dokk, sum ger, at teir óttast fyri ruðuleika á leiðini, tí Herjólf III tekur færri ferðafólk, akfør og minni farm:

 

1531088

 

Smyril fer í dokk í august í hálvan annan mánað.

 

Enn er nakrar vikur, eftir áðrenn Smyril fer í dokk, og tí vóna borgarstjórarnir, at tað fer at eydnast at finna eina aðra loysn. Júst, hvat tað skal vera, verður umrøtt í næstum, tí ætlanin er at skipa fyri einum fundi, har kommunur, vinnulív og onnur kunnu senda ein felags boðskap til avvarðandi myndugleikar. 

Strandferðslan hevur áður boðað frá, at tað er trupult at finna eitt nóg stórt skip at røkta Suðuroyarsiglingina, hóast leitað hevur verið við ljós og lykt. Tað er tó ein frágreiðing, sum fleiri av borgarstjórunum hava ilt við at góðtaka:

 

1531098

 

Í ljóðbrotunum hoyrdu vit borgarstjórarnar í Suðuroynni, sum eru Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, Kristin Michelsen, borgarstjóri áTvøroyri, Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, og Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424