Løgmaður: Lagt er upp fyri príshækkingini

Løgmaður: Lagt er upp fyri príshækkingini
Prístalsjavning av almennum veitingum og nýggjar lønarsáttmáli millum arbeiðarar og arbeiðsgevarar gera mun, heldur Bárður á Steig Nielsen
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur svarað spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2022 - 15:53

Tey, sum hava almennar veitingar sum høvuðsinntøku, hava eisini vøkstur í inntøkuni, tí upphæddin verður prístalsjavnað, so hon svarar til prísvøksturin í samfelagnum og lønarvøkstrinum hjá teimum alment løntu.

Og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skrivað undir nýggjan lønarsáttmála, sum hevur við sær størstu lønarhækkingina í nógv ár.

Við hesum skuldi verið lagt upp fyri príshækkingini í løtuni.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum spurdi, hví løgmaður ikki metir tað vera skilagott at veita lágløntum hjálparpakka beinanvegin.

 

Matvøruprísirnir eru nógv hækkaðir seinastu tíðina, men prísvøksturin er minni enn aðrastaðni í Evropa, sigur løgmaður. (Bjarni Árting Rubeksen)

 

Taka málið upp á ólavsøku

Báður á Steig Nielsen sigur, at heldur verandi gongd fram, verður hjálparpakki til láglønt eitt av fyrstu málunum, sum verða tikin upp á ólavsøku, tá nýggj tingseta byrjar.

Landsstýrið fylgir neyvt gongdini í búskapinum, og samskifti er millum Løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið um møgulig tiltøk.

Tað hevur týdning, at møgulig tiltøk verða fyrireikað væl, so tey raka rætt, og soleiðis, at tiltøkini ikki hava aðra ótilætlaða ávirkan á búskapin. Eisini er tað avgerandi, at hesi tiltøkini eru tíðaravmarkað og verða málrættað til teir partar, sum eru harðast raktir av prísvøkstrinum, sigur løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at higartil kann staðfestast, at prísvøksturin í Føroyum hevur verið minni enn aðrastaðni í Evropa, síðani kríggið í Ukraina brast á. 

 

Beinta Løwe, løgtingskvinna, spurdi løgmann um hjálparpakka til láglønt. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938