- Tíðindi, mentan og ítróttur
OECD: Búskaparvøksturin minkar og inflatiónin veksur
Altjóða búskapar- og samstarvsfelagskapurin, OECD, ávarar nú um, at heimssamfelagið fer at rinda dýrt fyri russisku innrásina í Ukraina.
OECD hevur eisini gjørt nýggjar metingar av búskaparvøkstrinum.
Nú væntar felagsskapurin, at búskaparvøksturin í ár bara verður umleið trý prosent. Í desember væntaði OECD, at búskaparvøksturin í ár fór at verða 4,5 prosent.
Kríggið í Ukraina ávirkar eisini heimsbúskapin, og OECD væntar minni búskaparvøkstur og størri inflatión. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Inflatiónin tvífaldast
Felagsskapurin hevur eisini endurmett inflatiónina.
Nú verður inflatiónin 8,5 prosent, sum er tvífalt so nógv, sum OECD væntaði fyrr í ár, og tað mesta síðani 1988.
- Heimurin rindar ein sera høgan prís fyri russisku innrásina í Ukraina, skrivar høvuðsbúskaparfrøðingurin, og varaaðalskrivarin í OECD, Laurence Boon. Hann leggur aftrat, at ein humaniter kreppa er á veg.
- Gongdin í krígnum ávirkar búskaparvøksturin og inflatiónina, men tað er greitt, at tey fátækastu verða meinast rakt. Tí noyðast øll at gjalda prísin fyri kríggið, sigur Laurence Boone.