Fleiri menn doyggja av krabbameini

Fleiri menn doyggja av krabbameini
Frá 2010 til 2020 doyðu 58 menn í miðal um árið av krabba
Fleiri menn doyggja av krabbameini nú.
Mynd: Hagstovan.  
 
09.06.2022 - 13:49

Alsamt fleiri føroyskir menn doyggja av krabbameini, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Árini frá 2010 - 2020 doyðu í miðal 58 menn í Føroyum av krabbameini um árið. Í 80-unum doyðu í miðal 44 menn árliga.

Fólkatalið í Føroyum er vaksið nógv seinastu árini, og Hagstovan hevur eisini lagt upp fyri hesum í sínum útrokningum.

 

Títtleikin av monnum, sum doyggja av krabbameini í Føroyum, er síðani 2000 farin úr 1,7 fyri hvørji 1.000 mannfólk upp í 2,2, ið Hagstovan lýsir sum ein "munandi vøkstur".

Hinvegin doyggja færri kvinnur í Føroyum av krabbameini nú enn fyrr. Tann títtleikin er minkaður úr 1,9 niður í 1,3 fyri hvørjar 1.000 kvinnur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025