Finnland bíðar eftir Svøríki

Finnland bíðar eftir Svøríki
Finski forsetin hevur havt fund við NATO-aðalskrivaran í dag
Sauli Niinistø er forseti í Finnlandi
Mynd: RitzauScanpix  
 
12.06.2022 - 19:45

Finnland fer ikki upp í NATO, um svenski limaskapurin verður seinkaður orsakað av mótmælunum frá Turkalandi.

Tað segði finski forsetin, Sauli Niinistö, á tíðindafundi saman við Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivara í dag.

Jens Stoltenberg segði á tíðindafundinum, at hald er í stúranini hjá Turkalandi um svensku og finsku umsóknirnar.

Turkaland hevur higartil forðað viðgerðini av umsóknunum, tí londini bæði hýsa felagsskapum, sum Turkaland sigur vera kurdiskar yvirgangsfelagsskapir. Ein teirra er PKK, sum eisini bæði USA og ES meta sum yvirgangsfelagsskapir.

Jens Stoltenberg segði, at NATO má viðurkenna, at onki annað land hevur verið fyri so mongum yvirgangsatsóknum sum Turkaland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860