Skriva undir avtalu um Hans Ø í dag

Skriva undir avtalu um Hans Ø í dag
Marknastríðið millum Kanada og Grønland er av, og semja er um at býta ræðisrættin yvir oynni í helvt
Hans Ø er 1,3 kilometrar til víddar. Semjan um oynna merkir, at Kongsríkið Danmark víðkast við einum nýggjum havøki, sum er líka stórt sum Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.06.2022 - 08:26

Seinnapartin verður skrivað undir avtalu um lítlu óbygdu oynna Tartupaluk, sum hon eitur á grønlendskum - ella Hans Ø, sum hon eitur á donskum. 

Sostatt er marknastríðið millum Kanada og Grønland av.

Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er í Kanada at skriva undir avtaluna.

 

Verður býtt í helvt

Oyggin verður býtt í helvt. Onnur helvtin verður kanadiskt, og hin helvtin fer til Danmarkar og Grønlands.

Síðani 1973 hava Danmark vegna Grønland og Kanada togast um ræðisrættin yvir lítlu oynni, sum liggur millum Grønland og Kanada.

Bæði londini hava sagt seg eiga oynna, sum er 1,3 ferkilometrar til støddar.

Oyggin hevur áhuga, tí hon kann geva atgongd til náttúrutilfeingi og fiskiveiði í økinum.

Danmark og Kanada hava eisini verið í flaggtrætu, har londini skiftust um at vinda fløgg síni á stong.

 

Mute B. Egede, landsstýrisformaður, var um vikuskiftið á almennari vitjan í Føroyum. Í dag er hann í Kanada, har hann fer at skriva undir avtalu um Hans Ø. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Snapsur og whiskey

Vinaligt skemt kom eisini upp í flaggtrætuna.

Danir hava lagt eina snapsafløsku til kanadiarar, tá ið kanadiska flaggið var tikið niður.

Afturfyri hava kanadiarar lagt eina whiskeyfløsku, tá ið danska Dannebrog var tikið niður.

Í 2018 varð arbeiðsbólkur settur at finna semju um oynna.

Í dag er grønlendski landsstýrismaðurin so í Kanada fyri at skriva undir avtaluna, skrivar Sermitsiaq.

Semjan merkir, at Kongsríkið Danmark víðkast við einum nýggjum havøki, sum er líka stórt sum Danmark.

Fær Grønland fullveldi, fer økið at hoyra til Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815