Norðmenn selja Bretlandi meira gass

Norðmenn selja Bretlandi meira gass
Avtalan skal tryggja bretum nóg mikið av gassi næstu tríggjar vetrarnar
Equinor og bretska felagið, Centrica, hava gjørt avtalu um, at norska felagið skal selja bretska felagnum meira gass.
Mynd: Equinor  
 
16.06.2022 - 09:48

Norska felagið, Equinor, skal selja Bretlandi meira gass.

Equinor og bretska felagið, Centrica, hava gjørt avtalu um, at norska felagið skal selja bretska felagnum meira gass.

Avtalan skal tryggja bretum nóg mikið av gassi næstu tríggjar vetrarnar. Og Equinor fer at lata Bretlandi meira enn 10 milliardir kubikkmetrar av gassi um árið, skrivar NTB.

Støðan er spent, og stórar broytingar henda. Tað setur stór krøv til gassframleiðsluna, og eftirspurningurin veksur fyri hvønn dag. Tí roynir Equinor at selja so nógv gass sum møguligt, sigur stjórin fyri gass og orkuhandil hjá Equinor, Helge Haugane.

Bretland innflytur umleið ein triðing av gassnýtsluni úr Noreg, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815