Norska trygdarløgreglan: Færri islamskar yvirgangshóttanir

Norska trygdarløgreglan: Færri islamskar yvirgangshóttanir
PST heldur, at bara 40 prosent sannlíkindi eru fyri, at víðgongdir islamistar fara at fremja yvirgang í Noregi
PST, norska trygdarløgreglan, sigur, at hóast islamsku hóttarnirnar eru vorðnar færri, kunnu skúlar verða mál hjá víðgongdum bólkum.
 
16.06.2022 - 15:08

Yvirgangshóttan frá víðgongdari islamismu er minkað, staðfestir norska trygdarløgreglan, PST, í nýggjastu hóttanarmetingini, sum var kunngjørd í dag.

Tað merkir, at minni enn 40 prosent sannlíkindi eru fyri, at víðgongdir islamistar fara at royna at fremja yvirgang í Noregi næstu 18 mánaðirnar, skrivar PST.

- Vit hava sæð stóra minking í málum, sum seta í gongd yvirgang, og eisini færri víðgongd norsk umhvørvi og radikalisering, við fokusi á norsk viðurskifti, sigur PST.

 

40-60 prosent

Løgreglan heldur, at tað er møguleiki fyri, at víðgongd á høgravonginum fara at fremja yvirgang í Noregi næstu 18 mánaðirnar. Sannlíkindi fyri tí eru 40 til 60 prosent, altso størri enn hóttanin frá víðgongdum íslamistum.

PST vísir á, at fleiri høgravíðgongdar álopsætlanir hava verið í Evropa, sum hava havt ungdóms- og framhaldsskúlar sum mál.

 - Tí meta vit, at eisini skúlar kunnu vera mál hjá víðgongdum á høgravonginum. Vit leggja tó dent á, at vit ikki ítøkiliga stúra fyri, at skúlar skulu vera mál í nakrari yvirgangsatsókn í Noregi nú, sigur PST í trygdarmetingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815