Tosa: NEMA gjørt sær dælt av støðuni

Tosa: NEMA gjørt sær dælt av støðuni
Fyrrverandi leiðslan í telefyritøkuni hevur kært NEMA til Fjarskiftiseftirlitið, Dátueftirlitið, Kappingareftirlitið og Brúkaraumboðið
Tosa er tikið til trotabúarviðgerð.
 
16.06.2022 - 12:55

Fyrrverandi leiðslan í telefyritøkuni, Tosa, hevur kært NEMA til Fjarskiftiseftirlitið, Dátueftirlitið, Kappingareftirlitið og Brúkaraumboðið. Tey halda, at NEMA hevur gjørt sær dælt av støðuni, nú Tosa kom í trupulleikar og fór undir trotarbúarviðgerð.

Tosa hevur veitt fartelefoni á netinum hjá NEMA.

Tosa hevur í seinastuni ikki rindað fyri hesa tænastu, og fyribils bústjórin hevur boðað NEMA frá, at sáttmálin skal ógildast. Tí hevði NEMA heimild at sløkkja fartelefonnetið hjá Tosa longu mánadagin, men tað er ikki gjørt enn.

 

Gudny Langgard er stjóri í NEMA.

 

 

Hava heimild at sløkkja netið

Gudny Langgaard, stjóri í NEMA, vil ikki gera viðmerking, men sigur í skrivligum boðum, at fyrrverandi leiðslan í Tosa hvørki hevur heimild ella innlit í at viðgera viðurskifti hjá Tosa, nú tað er farið undir trotabúarviðgerð. Hon sigur, at NEMA hevur fulla heimild at sløkkja farnetið, men at tað er opið enn, fyri ikki at seta Tosa viðskiftafólkini í eina keðiliga støðu.

"Talan er um eina undantaksstøðu, og NEMA hevur leypandi samskifti við myndugleikarnar, og kennir onki til nakrar formellar kærur", sigur Gudny Langgaard, stjóri í NEMA.

Fyrrverandi leiðslan í Tosa vil ikki gera viðmerkingar til málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870