Trý fólk varðhaldsfongslað í máli um rúsevnasmugling

Trý fólk varðhaldsfongslað í máli um rúsevnasmugling
Fólkini eru varðhaldsfongslað í fýra vikur, meðan málið verður kannað
Tá Norrøna kom til Føroya sunnukvøldið, fann tollvaldið størri nøgd av hassji umborð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.06.2022 - 15:48

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um rúsevni, sum eru smuglað til Føroya. 

Tá Norrøna kom til Føroya sunnukvøldið, fann tollvaldið størri nøgd av hassji umborð.

Trý fólk vóru handtikin mánadagin, og vóru í grundlógaravhoyring týsdagin.

Tvey teirra vóru varðhaldsfongslað í fýra vikur, og eitt varð latið leyst aftur.

Ákæruvaldið kærdi hesa avgerðina til landsrættin, sum í dag hevur gjørt úrskurð og givið ákæruvaldinum viðhald.

Sostatt skal triðja fólkið eisini verða varðhaldsfongslað í fýra vikur, meðan løgreglan ger kanningar og savnar prógv í málinum, upplýsir Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655